Innanlands

Lokaðar eindir: Lykilin til at menna alingina í Føroyum

Aling í lokaðum eindum á Sørvágsfirði skal bróta upp úr nýggjum í føroyskari aling vónar stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord heldur fyribyrging heldur enn viðgerð verða røttu framtíðar loysnina fyri føroyska alivinnu. Mynd Jens K Vang.

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord heldur fyribyrging heldur enn viðgerð verða røttu framtíðar loysnina fyri føroyska alivinnu. Mynd Jens K Vang.

2022-06-02 19:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var niðurstøðan, sum stjórin í føroysku alifyritøkuni Hiddenfjord kom til á tíðindafundi í morgun í Sandavági, tá Hiddenfjord almannakunngjørdi eina spildurnýggja og framlítandi frágreiðing um framtíðar føroyska aling.

[object Object]

Eitt av lyklaorðunum fyri at menna framtíðar føroyska aling eru lokaðar eindir, sum verða royndarkoyrdar í komandi viku á Sørvágsfirði. Talan er um í fyrstu syftu 4 lokaðar eindir sum partur av eini umfevnandi verkætlan, ið fer at kosta 140 mió. kr. varð upplýst á tíðindafundinum í Sandavági.

[object Object]

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord gjørdi greitt, at størsti trupulleikin í alivinnuni er laksalúsin og eru lokaðu alieindirnar ein roynd at basa hesum trupulleika.  Málið er at sleppa heilt av við laksalús m.a. við at stytta um tíðina alt verður í opnum sjógvi.

[object Object]

Atli Gregersen sigur, at tað ræður um at fyribyrgja seg úr lúsatrupulleikunum heldur enn at viðgera seg úr teimum. Eitt av málunum við hesi nýggju royndarætlan er eisini at kanna, hvussu man kann menna aling á sjónum heldur enn at skula ala á landi, hvat er nógvar ferðir dýrari. Enn ein partur av verkætlanini er at kunna flyta skarn, sum í dag er ein trupulleiki inni á firðunum,  út á streymasjógv.

[object Object] 

Hetta og mangt annað áhugavert í sambandi við føroyska alivinnu varð kunngjørt á tíðindafundinum  á Fiskastykkinum í Sandavági í morgun, har spurningurin varð settur: 

-Hvat gera vit fyri at tryggja varandi aling á okkara alifirðum og í Føroyum sum heild?  

Og hesin spurningur vóna stigtakararnir verður svaraður í tí nýggju frágreiðingini  um burðardygd, ið ber heitið “Í samljóði við nátturúna”, og sum alifyritøkan Hiddenfjord hevur latið gera.

[object Object]

Endamálið við frágreiðingini er at vísa á, hvørja ávirkan alivirksemið hjá fyritøkuni hevur, og hvat Hiddenfjord ítøkiliga ger og ætlar at gera fyri at minka um  ávirkanina á umhvørvið. Við hesi forkunnugu frágreiðing vil fyritøkan eisini vísa á, hvat tey  meta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

[object Object]

Frágreiðingin inniheldur upplýsingar, ið áður ikki hava verið almennar, til dømis tøl fyri botnkanningar.  

Hetta er fyrstu ferð,  at Hiddenfjord gevur út eina frágreiðing um burðardygd.

Eftir tíðindafundin í morgun varð farið á ein siglitúr at síggja nýggju lokaðu eindirnar á Sørvágsfirði, ið verða tiknar í brúk fyrstu ferð í Føroyum í komandi viku.

Vit fara her eins og í komandi greinum at kaga nærri í frágreiðingina, sum avgjørt kann gerast ein íblástur til framtíðar føroyska alivinnu. 

[object Object]

Frágreiðingin reisir og svarar spurninginum um:

Hví eina frágreiðing um burðardygd?

-Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í samljóði við náttúruna.

Burðardygd hevur altíð verið okkara fremsta raðfesting, síðani vit byrjaðu at ala laks fyrst í áttatiárunum. Vøkstur kemur í aðru røð.

Okkara virksemi skal vera skipað soleiðis, at vit tryggja varandi aling á okkara alifirðum og gera okkara til at tryggja varandi aling í Føroyum.

Tað er eisini okkara ábyrgd at gera alt, vit eru ment, at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðuga dálking ella útlát. Hvørki her í Føroyum ella úti í heimi.

Endamálið við hesi frágreiðing er at vísa á, hvørja ávirkan okkara virksemi hevur, og hvat vit í Hiddenfjord ítøkiliga gera og ætla at gera fyri at minka um okkara ávirkan á umhvørvið. Hetta vilja vit gera á ein hátt, sum er greiður, erligur og er bindandi fyri okkum. Við frágreiðingini vilja vit eisini vísa á, hvat vit meta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

[object Object]

Okkara eftirkomarar skulu hava somu góðu treytir at liva í og saman við náttúruni, sum vit hava í dag. Álit og opinleiki eru hornasteinar hjá okkum. Vit meina, at umhvørvismenning er treytað av opinleika, og at vinnan viðurkennir sínar avbjóðingar, so tær kunnu loysast. Tí halda vit okkum hava ábyrgd at vísa á, hvørja ávirkan vit hava á umhvørvið stendur m.a. í frágreiðingini, sum uttan iva fer at vera eitt gott og gevandi íkast til framtíðar kjakið um eina av Føroya størstu vinnum. 

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder