Onki bendir á, at gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, fer at enda sínar dagar á botni inni í Kaldbaksfirði, eins og ynski hevur verið hjá føroyskum frítíðarkavarum.
Magnus Heinason er nú formliga lýstur til sølu, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Trolarin er bygdur á Langsten Slip & Båtbyg í Noregi í 1978.
Frá 1981 til í mars í ár varð hann brúktur sum havrannsóknarskip. Skipið hevur gjørt eina ørgrynnu av kanningum, m.a. trolkanningar, akustiskar kanningar, yngulkanningar, ætikanningar, hydrografiskar kanningar og seismiskar kanningar.
Nú er Magnus Heinason avloystur av nýggja og meira tíðarhóskandi rannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Tað er roynda føroyska skipsmeklarafyritøkan Maretec, sum stendur fyri søluni og sæst lýsingin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald