
Valevnislistarnir hjá flokkunum eru ikki komnir upp á pláss enn, men á føroysku trolarunum í Barentshavinum hava teir longu verið á vali.
Atkvøðurnar hjá manningini á Akrabergi, sum telur 24, vóru í morgun fluttar yvir á Gadus, sum fer at sigla heim.
Akraberg kemur ikki til Føroya áðrenn løgtingsval verður 8. desember, og óvist er eisini, um teir vera heima á jólum.
Teir hava fiskað við Svalbard og eru nú á veg í russiskan sjógv. Fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Tórik Ábraham Rouah tók myndirnar:
-
Teir velja á Akrabergi (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)
-
(Mynd: Tórik Ábraham Rouah)
-
(Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald