Innanlands

Marknaðarhugburður til alt sjógæti

Ocean Cluster Faroes skipar fyri almennum tiltaki í morgin

(Savnsmynd: Harald Bjørgvin)

(Savnsmynd: Harald Bjørgvin)

2022-06-07 11:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin klokkan 14 skipar Ocean Cluster Faroes fyri almennum ókeypis tiltaki á Bátasavninum í Leirvík, har fokus verður sett á á beinleiðis sølu av sjógæti og brúkarahugburð til aldar matvørur.

Brúkarar gerast alsamt meira tilvitaðir um vørurnar teir keypa, og krøvini, sum verða sett til vørurnar um burðardygd, eru vaksandi. Ein alsamt vaksandi partur av heimsins sjógæti er aldur, og stórir møguleikar eru at ala ‘nýggjar’ matvørur við lágum umhvørvisligum fótatraðki.

Á hesum tiltakinum fer Poul Martin Petersen, stjóri í Norðfra Danmark, at greiða frá royndunum hjá Norðfra at selja beinleiðis til brúkaran uttanlands. Hann fer at hugleiða um hvat krevst at koma har til, umframt hvørjar framtíðarætlanir og avbjóðingar eru fyri framman. Hann fer eisini at greiða frá krøvunum, sum brúkarin setur til vørurnar og fyritøkuna.

Síðani fer Juliana Arias, granskari í Sjókovanum, at greiða frá kanning um brúkarahugburð til aldan mat. Kanningin. sum er gjørd í Aquavitae verkætlanini, gevur eitt gott innlit í, hvat brúkarar í Spania, Suðurafrika, Brasil og USA hugsa um sjógæti. 

Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið, sum verður á Bátasavninum í Leirvík kl. 14. Tiltakið er alment, men neyðugt er at boða frá luttøku.

Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder