Innanlands

Meira av makreli í Norðurhøvum

Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv er hækkað við 43 prosentum í mun til í fjør. Hetta vísir nýggj norðurlendsk kanning, ið eisini vísir, at heilt lítið av makreli var í føroyskum øki í ár, og at makrelurin framhaldandi flytir seg eystureftir

Vísitalið fyri norðhavssild er eisini hækkandi - við knapt 20 prosentum í mun til í fjør (Mynd: havstovan.fo)

Vísitalið fyri norðhavssild er eisini hækkandi - við knapt 20 prosentum í mun til í fjør (Mynd: havstovan.fo)

2022-08-25 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslitini frá árligu felags kanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark, Íslandi og Grønlandi, eru nú tøk.

Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu sínari í dag.

Tað er millum annað greitt, at vísitalið av makreli fyri Norðurhøv er hækkað við 43 prosentum í mun til í fjør. Støðið er tó lægri ár, samanborið við árini fram til 2020. Hetta kemst av, at at vísitalið í fjør minkaði niður í eina helvt,

Havstovan skrivar, at síðstu fýra árini hevur makrelurin flutt seg eystureftir aftur; úr Eysturgrønlandi til einans at vera út fyri eysturlandinum í Íslandi í fjør. Í ár var makrelur aftur at síggja vestan fyri Ísland. 

Kanningarnar benda á, at nógvur makrelur er at finna norðarlaga í kanningarøkinum, heilt norður í Framsundið. Í Norðsjónum minkaðu nøgdirnar nakað í mun til í fjør, tá nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli var at síggja. Samstundis kann staðfestas, at sera lítið av makreli var í føroyskum øki í ár.

[object Object]

Mett nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2022
[object Object]

Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2022


Hugt varð eisini eftir sild: Vísitalið fyri norðhavssild hækkaði við knapt 20 prosentum í mun til í fjør.

- Tað er serliga 2016 árgangurin, 6 ára gomul sild, sum sæst í kanningunum. Hesin árgangurin er mettur at vera góður.

Vísitalið fyri svartkjaft er á sama støði sum í fjør. Nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti er at síggja víða um. Lítið er til av stórum svartkjafti.

Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðutølum frá í fjør, eru júst latin arbeiðsbólkinum WGWIDE, sum í hesum døgum ger stovnsmetingar av uppsjóvarfiski í ICES. Úrslitini av stovnsmetingunum verða tøk 30. september, sambært Havstovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder