Innanlands

Mest havt 278 lærlingar seinastu 20 árini

Átta nýggir lærlingar byrja á Mest í dag

(Mynd: Mest)

(Mynd: Mest)

2023-02-01 13:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sambært yvirliti hjá Yrkisdeplinum hava 278 næmingar havt lærupláss á MEST seinastu 20 árini. MEST er sostatt tann fyritøkan í Føroyum, sum hevur nógv flest lærlingar. 60 lærlingar eru alsamt í læru á MEST.

8 nýggir lærlingar byrja á MEST í dag.

Yvirlitið frá Yrkisdeplinum vísir, hvussu nógvar lærlingar ymiskar fyritøkur í Føroyum hava havt í læruplássi seinastu 20 árini.

[object Object]

- Fyri okkum á MEST er umráðandi alsamt at seta yngri fólk við – bæði innan okkara handverk á MEST og til vinnuna annars - har nógvir maskinmeistarar og verkfrøðingar hava byrjað sína yrkisleið við lærdómi og royndum frá MEST sum grundarlag, sigur Mouritz Mohr.  

Aftur í ár er ætlanin hjá MEST at fáa nógvar góðar vónríkar lærlingar í læru. Í dag møttust teir 8 nýggju lærlingarnir, sum byrja í læru nú, á MEST í Tórshavn har stjórin og leiðarar tóku ímóti teimum fyri at greiða nærri frá. Talan er um 5 maskinsmið- og ellærlingar, sum byrja á MEST í Havn og 3 lærlingar, sum byrja á MEST Skála. MEST leggur seg eftir at leggja tilgongdina við upplæring til rættis á ein skipaðan hátt har lærlingarnar fáa høvi at koma kring í fyritøkuni og fáa upplæring innan øll viðkomandi økir. Umleið 16 lærlingar verða tiknir inn um árið. Fýra ferð um árið tekur MEST lærlingar inn fyri at tryggja eina so góða upplæring sum møguligt.

Fyrstu tíðina er umráðandi, at lærlingarnir fáa eina so góða mynstring sum møguligt. Tí fylgja teir eini serligari innleiðslu skrá har næmingarnir fáa upplýsingar um lærutíðina og verða settir inn í ymisk viðurskifti á MEST. 

Lærutíðin er 4 ár, við 55 vikum í skúla í Føroyum, eins og nakrir lærlingar skulu í skúla í Danmark. 

Tað hevur víst seg, at útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar til fólk við ynskjum um at nema sær víðariútbúgving innan eitt nú maskinmeistara ella verkfrøðing. 

Í komandi mánaði verður somuleiðis søkt eftir maskinsmiðslærlingum til MEST Runavík og logistik atstøðingum í sølubúðunum/goymslunum á MEST á Skála og í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder