2018-12-11 15:35
Um 14 tíðina stevndi nótaskipið Katrin Jóhanna inn á Miðvág, og á Innaru Bryggju stóð stór mannfjøld klár at heilsa skipinum vælkomnum.
Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu bjóðaði vælkomin, og Tummas Henriksen, reiðari, segði nøkur orð. Síðani varð høvið at vitja umborð á skipinum, sum má sigast at vera sera stásiligt hóast tað ikki er heilt nýtt.
Katrin Jóhanna er keypt úr Noreg, og er bygt í 1997. Skipið er 73 metrar langt og 12 metrar breitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald