2024-08-24 18:16
Fitt av fólki var savnað á bryggjuni tá Finnur Fríði stevndi á Norðragøtu klokkan 15.
Skipað varð fyri stórari móttøku, talur vóru hildnar og eisini var dópur.
Finnur Fríði er 88 metrar langur og knapt 17 metrar breiður. Skipið lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.
Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm tóku hesar myndirnar seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald