
Í síðstu viku lá farmaskipið, Hav Sund, við bryggju í Hvalvík. Stórir lastbilar koyrdu oman á bryggjuna við fullari last og koyra tómir niðan aftur av bryggjuni. Ein stór gravmaskina grabbar tilfarið úr lastbilunum og hivar tað umborð á Hav Sund. Stóra lastin fyllist spakuliga av ymiskum, sum Brennistøðirnar ikki fáa brent, men flyta av landinum sum gamalt “jarn”. Jú, nakað av innflutninginum verður til útflutning.
- Vit komu úr Norra og hava lagt skerv og sand upp á Tvøroyri og á Sundi. Nú liggja vit í Hvalvík og lasta gamalt jarn til Norra, sigur skiparin á Hav Sund, Jørgen Andreassen.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat norðmenn gera við hetta blandaða tilfarið. Eg meini, teir mala tað í stórari hvørn og hava so magnetir, sum skilur jarnið frá restini, sigur hann.
- Lastin er 6000 rúmmetrar, so tað skal nógv jarn at fylla hana. Tilfarið vigar ikki nógv, so, um lastin gerst full, so vigar tað kanska ikki meiri enn 2-3000 tons; og skipið lastar 4700 tons; sigur Jørgen Andreassen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.
Tíð var eisini til drekka, Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
-
Jørgen Andreassen, skipari og Søren Djurhuus stýrimaður (Mynd: Torleif Joensen / Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Torleif Joensen / Sjómansmissiónin)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald