Innanlands

Navigare keypt skip úr Póllandi

Hav Alda er nýggjasta skipið hjá reiðarínum Navigare. Skipið skal sigla alifóður úr Føroyum niður til Skotlands

(Mynd: Øystein Berg)

(Mynd: Øystein Berg)

2021-05-13 18:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í vikuni yvirtók reiðaríið Navigare, Hav Alda, fyrrverandi StórteBreker, í Szczecin, (Stettin) í Póllandi.

Skipið er bygt í 2001, er 82,5 metrar langt og 12,6 metrar breitt.

Motorurin er ein 2400 hk. MAK.

Komandi mánaðin skal skipið dagførast og gerast til sjálvlossara á skipasmiðju í Pólandi. Harafturat skal síðuskrúva setast í aftan.

Høvuðsuppgávan hjá skipinum verður at sigla alifóður úr Føroyum niður til Skotlands.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Navigare til lukku og Guds signing við Hav Aldu.

Les eisini: Havfrakt selt: Tørv á størri og nýggjari skipi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder