Innanlands

Navigare Shipping selt Hav Felli av landinum

Hetta er ein liður í at endurnýggjan flotan

Hav Felli (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Hav Felli (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-06-29 14:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað gongur skjótt fyri seg hjá Navigare Shipping í Søldarfirði, su seinastu dagarnar hevur yvirtikið ein nýbygning, keypt eitt brúk framaskip og selt eitt eldri skip í flotanum. 

Hetta er alt ein liður í at endurnýggja flotan hjá Navigare leypadi, sigur felagið, sum hevur sett sær fyri at hava so nýggjan og framkomnan flota sum gjørligt. 

Skipið, sum er selt, er Hav Felli, sum Navigare Shipping keypti í mars í ár. 

Hóast skipið bleiv yvirtikið av Navigare í mars, so hevur felagið leigað skipið til sína sigling seinastu seks árini, eins og við systurskipinum Hav Frakt. 

Hav Felli er selt til felagið Compania Canaria de Manufactura y Exportacion á Gran Canaria. 

Skipið liggur í løtuni í Las Palmas. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder