Verksmiðjuskipið Norðborg liggur í løtuni á Skála, har ymiskt arbeiði skal gerast við skipið
Uppýst verður, at verksmiðjan eitt nú verður viðlíkahildin, og annað viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt við skipið.
Norðborg hevur verið á svartkjaftaveiðu seinastu tíðina, men fríggjadagin komu teir á Skála.
Mett verður at arbeiðið tekur eini 10-14 dagar, og at Norðborg væntandi ikki fer aftur til fiskiskap fyrr enn svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv.
Seinastu tíðina hava føroysku svartkjaftaskipini fiskað svartkjaft í altjóa sjógvi. fiskiskapurin hevur verið svingandi, men í løtuni er heldur buldrasligt á feltinum, og fleiri av skipunum hava sett kós móti Føroyum, har tey skulu landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald