Innanlands

Norðborg hevur landað makrel í Ánunum

Norðborg hevur landað 1150 tons av makreli í Ánunum

Norðborg (savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðborg (savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-07-23 09:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norðborg hevur landað 1150 tons av makreli í Ánunum og mjøl og lýsi.

Norðborg hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Skipið kom inn í gjár og landaði fulla last, sum er 1150 tons, umframt 130 tons av fiskamjøli og 100 tons av lýsi.

Norðborg fór aftur á makrelveiðu á middnátt, og skipið fór aftur at royna í føroyskum sjógvi.

Enn er Norðborg einasta føroyska uppsjóvarskipið, sum er farið á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder