Innanlands

Norðingur landar í Fuglafirði

Norðingur er komin inn við 1.100 tonsum av svartkjafti

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-12 13:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder