2018-09-14 11:19
Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Kollafjørð í nátt, har teir skulu landa makrel.
Norðingur hevur fiskað í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at teir hava 750 tons av makreli, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald