2018-09-17 08:54
Norðingur kom á Kollafjørð í gjár, har teir skulu landa.
Norðingur, sum hevur verið til fiskiskap eftir makreli norðanfyri Føroyar, landar til Faroe Pelagic.
Upplýst verður, at teir hava umleið 700 tons av makreli, og at talan er um góða stødd.
Nógvur makrelur er at síggja á feltinum, og so skjótt teir hava landað verður farið aftur til fiskiskap eftir makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald