Innanlands

Norðingur og Borgarin landa sild í Kollafirði

Norðingur hevði 600 tons og Borgarin hevur 400 tons

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-26 19:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur og Borgarin komu um vikuskiftið inn við hvør sínari sildalast.

Norðingur var fyrst at landa, og høvdu teir 600 tons av sild. Tá ið teir vóru lidnir slapp Borgarin framat, og høvdu teir 400 tons.

Bæði skipini landaðu til Faroe Pelagic, og fara aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.

Í síðstu viku landaði Polar Amaroq 620 tons av sildafløkum til frystigoymsluna í Kollafirði. Hvar teir hava fiskað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst.

Tummas T fór í gjárkvøldið av Kollafirði, har teir hava bíðað eftir landingartørni, og setti kós móti Tvøroyri, har teir skulu landa 900 tons av sild. Teir sluppu framat aftaná Gøtunes. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder