Innanlands

Norðingur skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Norðingur hevur 1900 tons, sum teir landa til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-14 12:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið byrjaði at landa í morgun.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava 1900 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Tá ið teir hava landað, fara teir helst aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder
placeholder