- Vit hava ligið síðani ólavsøku og eru ávegis avstað aftur nú. Maskinrúmið er nærum alt nýtt, tí høvuðsmotorurin er tikin í botn, samstundis sum blokkurin er skiftur og báðir ljósmotorarnir eru nýggir. Samstundis er nógv jarn skift og ymiskt annað er dagført, so nú skuldi skipið verið í góðum standi.
Tað segði skiparin á Safir, Anfinn Christiansen, leygarkvøldið, við sjómanstrúboðaran tá teir vóru á Toftum eftir ísi. Safir samtrolar við Smaragd.
- Samstundis hevur Smaragd, fyrrverandi Grønanes, sum vit samtrola við, eisini fingið nærum somu yvirháling. Harafturat hevur hann fingið JFK Trol litirnar, sigur hann.
- Fiskiskapurin hevur verið skiftandi hjá samtrolarunum síðstu tíðina. Vit royna mest eystanfyri, og vónandi verður fiskiskapurin brúkiligur, hóast høgættin ikki er fiskiætt, sigur Anfinn Christiansen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og tíð var bæði til drekkamunn og bøn fyri skipi, manning og teirra kæru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald