Innanlands

Nú var lagaliga løtan at vitja

Sjómanskvinnuringurin í Haldsórsvík var í vikuni á vitjan umborð á Martin

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-04-18 18:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í nøkur ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin býtt føroysku skipini út á sjómanskvinnuringarnar at biðja fyri. Sostatt biður hvør ringur fyri ávísum skipum, soleiðis at øll hava minst ein forbiðjara.

Sjómanskvinnuringurin í Haldórsvík biður fyri tænastuskipinum Martin hjá Bakkafrosti og øðrum.

Forkvinnan Joan Hammer sigur, at hon og skiparin Kristian Hvidbro hava samskift eina tíð um vitjan. Uppgávurnar hjá Martin eru ymiskar og arbeiðsøkini eru nógvastaðni, og tí er tað trupult at avtala eina vitjan langt frammanundan.

Mánadagin ringdi Kristian til Joan og segði, at týskvøldið lá fyri hjá teimum, tí tá lógu teir á Bakka. Joan og kvinnurnar í ringinum takkaðu fyri og tóku av innbjóðingini, hóast ikki allar kundi verða við.

Klokkan 19 komu spentu kvinnurnar umborð. Manningin á 10 mans og kvinnurnar savnaðust í messuni, har felagsløtan skuldi verða. Á skránni vóru felagssangir og andakt við sjómanstrúboðaranum. Síðani segði Joan frá arbeiðinum hjá ringinum og skiparin frá arbeiðinum teir gjørdu umborð á Martini. Tað var áhugavert at hoyra.

Enda var við Guds orði, bøn og felagssangi.

Eftir tað bjóðaði kokkurin til góðan drekkamunn við rísgreyti og køkum afturvið.

Prátið gekk væl og hugnin var í hásæti. Manningin var so mikið fegin fyri løtuna, at teir høvdu hug at syngja fleiri sangir. So var gjørt og endað var við “Breið tínar náðiveingir”, sum ringurin í Vík vanliga endar kvøldini við.

So var høvi at síggja skipið og allar endaðu uppi á brúnni, har gott útsýnið er yvir skipið.

Løtan var stimbrandi fyri ringin og fyri manningina.

Tað hevur týdning at møta teimum, sum biðja fyri einum. Tað stimbrar tey biðjandi og ávirkar og gleðir vónandi tann, biðið verður fyri.

Tí skal ljóða ein tøkk fyri forbøn fyri arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini.

Gud signi og varðveiti manningina á Martini og sjófólkið annars.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder