Innanlands

Nýggi Jupiter keyptur

Hetlendska uppsjóvarskipið Altaire er yvirtikið og verður nýggi Jupiter

(Mynd: Atlantic Shipping)

(Mynd: Atlantic Shipping)

2023-02-22 11:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hetlendska uppsjóvarskipið Altaire er keypt til Føroya, til reiðaríið P/f Jupiter við Jógvan Martin Ferjá Joensen sum reiðara.

Tað sæst á síðuni hjá skipameklaranum Atlantic Shipping. Sølan hevur verið ávegis í eina tíð, og tað var eisini fyrr í hesum mánaðinum, at tað kom fram, at Framherji í Fuglafirði hevur keypt gamla Jupiter.

Nýggi Jupiter er tíggju ár nýggjari enn gamla skipið, og er hálvan annan metur longur, og ein metur breiðari.

Altaire er systurskip hjá Finn Fríða, sum kom í føroyska flotan í endanum av 2003.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder