2025-05-03 13:03

Í gjárkvøldið avgreiddu átta næmingar sínar endaligu royndir á føroyska vinnukavaraskúlanum Faroe Dive, og eru nú klárir at taka næsta stig í kavaravinnuni.
Talan er um fimm SCUBA-kavarar, tveir kavarahjálparar og ein slangukavara.
Á myndini síggjast teir saman við próvdómaranum Hera Mørkøre og læraranum Janus Joensen, beint eftir seinastu munnligu royndina.
SCUBA-kavarar eru: Áslakur Nesá, Kjartan á Gravarbø, Jón Alvi Hjelm, Egin Hallgrímsson og Jóhan F. Clementsen. Kavarahjálparar eru: Svein Eliasen og Ester Mikkelsen. Slangukavari er: Gunleif L. Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald