Mikudagin lá nýggjasta danska fiskiskipið, Astrid S. 265, á Fuglafirði. Teir landaðu umleið 1200 tons av makreli til Pelagos. Skipið varð doypt 6. august og er sostatt bara góðar tveir mánaðir gamalt.
- Hetta er eitt stórt og gott skip, sum er 92 metrar langt. Tað er 17 metrar breitt frammi á bógnum og so breiðkast tað aftur eftir, so tað er 18 metrar breitt afturi á hekkuni. Lastin er 3200 kubikmetrar. Tað sigur skiparin og ein av eigarunum, Johannes Johansson.
- Skrokkurin er gjørdur í Póllandi, og skipið er gjørt liðugt hjá Karstensen í Skagen. Astrid hevur allarnýggjastu útgerð til skip av hesum slagi og er útgjørt bæð til trol- og nóta fiskiskap, sigur Johannes.
- Ja, hetta er eitt gott skip, og motorurin er ein 10.000 hesta Wartsila. Hann er mest økonomiski dieselmotorur, sum finst her og nú. Tað sigur maskinstjórin, Jón Sigurd Samuelsen.
- Køliútgerðin og øll onnur útgerð er av nýggjasta og besta slagi, tí vit ynskja, at góðskan á fiskinum skal vera tann besta, sigur Jón Sigurd.
Sjey mans eru við Astrid og tvær manningar hoyra til skipið.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð mikudagin og heilsaði uppá manningina. Teir fingu lesnað, og so hevði hann eitt Guds orð, bað fyri skipi og manning og lýsti signingina.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigaranum: “Astrid Fiskeri A/S” í Skagen, til lukku og Guds signing við Astrid.
Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald