
Føroyska fyritøkan, Ocean Rainforest, hevur keypt meirilutan (60 prosent) í meksikonsku fyritøkuni Alamarsa, sum eigur vørumerkið Algamar, ið er viðurkent fyri vørur framleiddar burtur úr stórtara og øðrum tarasløgum. Vørurnar eru einamest stimbrandi vakstrarevni (biostimulantar) til landbúnaðin, serliga frukt og grønmeti, og harumframt framleiðir Algamar tara-úrdráttir til matna, kosmetikk og til djórafóður.
Landbúnaður í síni heild er upprunin til triðingin av øllum útláti í heiminum, men stimbrandi vakstrarevni kunnu stuðla upp undir broytingar í siðbundnu vinnuni, og samstundis menna mótstøðuføri í mun til ágangandi veðurlagsbroytingar.
Strategiska íløgan í Algamar veksur munandi um vørusløgini, sum Ocean Rainforest kann bjóða kundunum, samstundis sum felagið røkkur longur út á heimsmarknaðin. Saman við serkunnleikanum og vælumtókta vørumerkinum hjá Algamar, fær Ocean Rainforest vaksið munandi um møguleikarnar at veita heimsmarknaðinum burðardyggar, hágóðskuvørur framleiddar úr tara.
Ítøkiliga fer Ocean Rainforest nú at framleiða hesar á virkjunum í Kaldbak, á virkinum í Santa Barbara í Kalifornia og á framleiðsluvirkinum hjá Algamar í Ensenada í Meksiko, og soleiðis tæna viðskiftafólkum í Europa, USA og Meksiko. Taraúrdráttin fáa framleiðsluvirkini frá taraalingini í Norðuratlantshavi og Kyrrahavinum.
Samstarvið leggur saman serkunnleikan hjá Algamar at framleiða vørur burtur úr taraúrdráttum og framkomnu skipanirnar til taraaling hjá Ocean Rainforest, sum í felag leggja botn undir nýskapandi og burðardyggar loysnir til heimsmarknaðin.
- Vit eru sera fegin og bjóða Alamarsa og vælumtókta vørumerkinum Algamar vælkomin í Ocean Rainforest samtakið. Hetta samstarvið passar sum fótur í hosu til okkara ynski um at veita burðardyggar loysnir innan matvøruframleiðslu og sum stuðla upp undir lívmargfeldi, sigur Ólavur Gregersen, forstjóri í Ocean Rainforest samtakinum.
Roberto Marcos, sum stovnaði Alamarsa, tekur undir við Ólavi:
- Vit blaða upp ein nýggjan og spennandi kapittul, nú vit kasta saman við Ocean Rainforest. Við atgongd til fleiri tarasløg úr ymsum heimspørtum, komplementerum serkunnleikum og felags hugmynd um at menna burðardyggar vørur burturúr tara, fer at liggja væl fyri hjá okkum at vaksa og gera mun við nýbrotum úti á heimsmarknaðinum.
Eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar vørurnar, sum virkini bæði framleiða sæst á heimasíðunum www.oceanrainforest.com og www.grupoalgamar.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald