Skjótt 71 ára gamli Mikkjal Simonsen í Sørvági siglir sum kokkur við Mascot, sum roynir við rúsum eftir krabba undir Føroyum.
Teir hava verið úti í nakrar dagar og fiskiskapurin hevur verið hampuligur. Teir komu inn eini ørindi og fóru avstað aftur seinnapartin í dag.
- Hugurin stóð til sjógvin frá barni av, og tá eg var liðugur við sjeynda flokk, stóð mær í boði at fara til Danmarkar við skúlaflokkinum. Eg vildi heldur sleppa við pápa, Malbergi Simonsen, til Grønlands at rógva út frá Ravn Stóroy.
- Pápi var formaður á útróðrarbátinum Líðarnøva. Eg skuldi sleppa til Grønlands, um eg lovaði at fara víðari í skúla, tá eg kom heim aftur.
- Tað lovaði eg. Mamma gjørdi klæðini klár, men tá vit fóru til Havnar at mynstra, vildu teir ikki mynstra meg, tí eg bara var 13 ár.
- Pápi kendi Ellind Pæturson, og fekk eitt prát við hann um støðuna. Hann tosaði við teir, sum mynstraðu, og teir gingu so við uppá tað, sigur Mikkjal.
- Hetta var í 1961 og vit róðu úr frá syðru havnini. Tað var eitt gott ár til fiskiskap, og inntøkan var 9000 kr, hóast eg bara fekk 2/3 part og var tá ein ríkur drongur. Eg fór so aftur í skúla um heystið.
Sum 17 ára gamal byrjaði Mikkjal Simonsen at arbeiða á flogvøllinum og var har í 35 ár.
- Sum hálvgamal fór eg aftur til skips og so á kokkaskúla. Síðani havi eg siglt við ymiskum skipum. Tað er deiligt at sigla, og eg vóni at kunna gera tað eina tíð afturat, sigur Mikkjal.
Hann er sera glaður fyri arbeiðið, sum Sjómansmissióni ger fyri sjófólkið. Geymin við mongu videoupptøkunum av ymiskum kórum, dámar honum sera væl, og hann er ofta frá í messuni.
Mascot (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald