Nevndin, sum varð sett at gera eitt tilmælið um menningarkvotur handaði Fiskimálaráðnum tilmælið miðskeiðis í síðstu viku.
- Vit fingu fyrsta av tilmælinum týskvøldið, og tað síðsta kom mikudagin, men enn er arbeiðið ikki liðugt, og tí er ikki greitt hvør fær lut í menningarkvotum, upplýsir Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.
Høgni Hoydal, landstýrðismaður er uttanlanda í løtuni í feriu, men Rógvi Reinert sigur, at teir hava samband við landstýrismannin hóast hann ikki er í Føroyum.
- Tað er Fiskimálaðráðið, sum arbeiðir við menningarkvotunum, og tað er gongd í málinum, men eg fái tó ikki sagt enn um kvoturnar verða útlutaðar áðrenn ólavsøku, sigur Rógvi Reinert við Portalin.
Tøka nøgdin í ár er 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild.
Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ¼ av tonsunum latast fyri 1 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald