Partrolararnir Polarhav og Stjørnan eru komnir inn við 225 tonsum av gulllaksi.
Parið hevur verið á gulllaksaveiðu sunnanfyri í Føroyar og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað í Klaksvík, og síðani koyrd til Tavuna í Leirvík.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald