2024-08-20 22:02
Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landa í dag 210 tons av gulllaksi.
Parið hevur verið á gulllaksaveiðu norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað í Klaksvík, og síðani koyrd í bilum til Tavuna í Leirvík, sum virkar gulllaksin hjá flestu føroysku skipunum.
Tá ið Polarhav og Stjørnan hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald