2020-02-11 06:58
Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landaðu í gjár til Kósavirkið.
Parið hevur roynt eystanfyri, og høvdu teir 325.000 pund við til lands, har meginparturin av veiðuni var upsi.
Partrolararnir hava góðan fiskiskap fyri tíðina, og so skjótt Polarhav og Stjørnan høvdu landað, fóru teir aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald