Í vár kom nýggi Fagraberg, hjá Framherja í Fuglafirði, í føroyska flotan. Skipið var keypt úr Hetlandi og er átta ára gamalt. Tað var lítið brúkt, og tí var talan um eitt nærum nýtt skip.
Í farnu viku vitjaði sjómanstrúboðarin umborð, samstundis sum teir bunkraðu á Kollafirði.
Í maskinrúminum vóru tveir maskinmenn til arbeiðis, og teir vóru bæði blíðir og væl upplagdir.
Tá teir vóru spurdir hvussu skipið hevði roynst, var greiða svarið:
- Tað hevur roynst væl. Vit fóru avstað eftir páskir og minnist eg rætt, gjørdu vit 10 túrar eftir svartkjafti í umleið tveir mánaðir. Allir vóru skjótir og góðir, so vit mugu siga, at tað hevur gingist væl- Tað sigur maskinstjórin Snorri Jøkladal.
- Skipið hevur góða maskinorku og er arbeiðsligt. Arbeiðsgongdin er eitt sindur øðrvísi enn umborð á gamla Fagrabergi. Nú pumpa vit fiskin inn afturi á reyvini, meðan vit pumpaðu fiskin inn á síðuni á gamla Fagrabergi, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Skipið er gott, hóast tað er eitt sindur nýtt fyri okkum enn. Vit hava bara fiskað í umleið tveir mánaðir, og tí er óivað okkurt, sum vit maskinmenn ikki eru komnir ordiliga inn í- Tað sigur maskinmaðurin, Hans Pauli Olsen.
- Vit hava fiskað størra partin av kvotunum í ár. Nú gera vit klárt til makrelveiðu. Sum skilst, eru fleiri skip farin á makrelveiðu, men fiskiskapurin hevur verið smáligur, sigur Snorri.
- Fiskiskapurin gekk væl hjá gamla Fagrabergi. Tað er deiligt og hugaligt, at vit hava fingið góða byrjan við hesum Fagrabergi, sigur Hans Pauli.
Eftir prát og drekkamunn, var eisini tíð til Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald