Uttanlands

Royal Greenland yvirtikið nýggja Sisimiut

Nýggi trolarin er munandi størri enn gamli Sisimiut

2019-05-29 20:48 Author image
Kiran Jóanesarson

Grønlendska reiðaríið Royal Greenland yvirtók í síðstu viku nýggja, og stóra trolaran Sisimiut í Spania.

Nýggi trolarin, sum er heili 83 metrar langur og 17 metrar breiður, kostaði góðar 300 milliónir krónur.

Sisimiut skuldi eftir ætlan seta kós móti Íslandi 23. mai, men ymsar seinkingar hava gjørt, at tað tók longri tíð. Trolarin liggur framvegis í Bilbao í Spania, men setur fyrsta dagin kós móti Íslandi, har teir skulu eftir manningini og útgerð, sum Vónin hevur selt til skipið.

Tá ið Sisimiut fer til fiskiskap, fara teir til Eysturgrønlands. Øll veiðan skal gagnýtast 100 prosent umborð. Eitt nú skal skipið framleiða fiskamjøl og fiskaolju umborð.

Gamli Sisimiut er seldur til eitt felag í Íslandi, og skal skipið handast nýggju eigarunum, tá ið  teir hava fiskað kvotuna í Barentshavinum.