2018-08-06 13:22
Danska uppsjóvarskipið Ruth úr Hirtshals hevur landað í Týsklandi.
Upplýst verður, at teir hava landað umleið 1600 tons av sild í Týsklandi, sum teir hava fiskað í Norðsjónum, og at talan er um góða stødd - umleið 230 gramm.
Tá ið Ruth hevði landað, fóru teir aftur á sildaveiðu.
Við hendan túrin vóru 8 mans, og skipari er Hans Jacob Petsersen úr Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald