- Steintór er nú til 40 ára klassing. Trolarin er væl hildin og er í rímuliga góðum standi, men tað sæðst sjálvandi, at hann er gamal. Vit hyggja eftir nýggjari skipi, men tað tekur sína tíð og kostar pening, sigur skiparin.
Í vikuni vitjaði sjómanstrúboðarin umborð á djúpvatnstrolaranum Steintór úr Hvalba. Har hitti hann, millum aðrar, skiparan, Øssur Thomsen og fekk eitt prát við hann.
Áðrenn trúboðarin fór í land aftur, hevði hann eitt Guds orð og bøn.
Uppá fyrispurning hvussu gongdin hevur verið hjá Steintóri, svaraði Øssur:
- Síðstu árini hava verið góð. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur og so hevur prísurin verið góður.
- Vit fiska mest undir Føroyum eftir kongafisk og svartkalva. Vit hava eisini gjørt nakrar túrar vesturi á Íslandsrygginum. Tá hava vit fingið nakað av toski og svartkalva. Toskaprísurin hevur eisini verið góður. Harafturat eru vit slopnir í bretskan sjógv at royna eftir svartkalva, og tað hevur munað væl. sigur hann.
(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmssiónin)
Hvar landa tit?
- Vit landa mest í Hvalba og so av og á á Tvøroyri. Hava vit væl av kongafiski, landa vit, sum oftast, á Tvøroyri. Tá fer fiskurin í kassum beinleiðis umborð á Smyril og av landinum við øðrum skipi, sigur Øssur.
Hvat verður gjørt við skipið, nú tað liggur hjá Mest í Havn?
- Steintór er nú til 40 ára klassing. Trolarin er væl hildin og er í rímuliga góðum standi, men tað sæðst sjálvandi, at hann er gamal. Vit hyggja eftir einum nýggjari skipi, men tað tekur sína tíð og kostar pening, sigur skiparin.
Tá Øssur varð spurdur, um hann hevði siglt leingi við Steintór, svaraði hann:
- Eg mynstraði við her 1. mai í 1988, og her eri eg enn. Tá eg nærum havi verið 38 ár umborð her, so havi eg kunna livað av tí og trivist. Eg byrjaði sum dekkari, og bleiv síðani bátsmaður. Eftir tað var eg annar- og fyrri stýrimaður og havi verið skipari síðani 2019.
Steintór var 27 túrar í fjør, og eg var skipari 20 av teimum. Stýrimaðurin loysir meg av, sum skipari, nakrar túrar um árið, sigur Øssur.
Hvussu eru útlitini hjá djúpvatnstrolarunum?
- Eg haldi tey eru rímuliga góð. Í føroyskum sjógvi er hampuligur fiskiskapur, og bretska kvotan kemur væl við. Prísurin á svartkalva er góður. Ein óvissa er tó, at bretska kvotan er bara eitt ár í senn, sigur Øssur.
Tíggju mans hoyra til skipið og átta eru umborð í senn.
Teimum umborð á Steintóri, og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald