Týsmorgunin klokkan 9.30 verður sjófrágreiðing í Føroya rætti í sambandi við at frystilínuskipið Kambur fyri knappari viku síðan fekk ein sjógv og seinni sakk.
16 menn vóru við Kambi, og 14 teirra vórðu bjargaðir av tyrluni. Ein 47 ára gamal og ein 57 ára gamal maður eru ikki komnir afturíaftur eftir vanlukkuna.
Henrik Møller, sorinskrivari, segði við útvarpið í síðstu viku, at umframt ein løgfrøðiligan dómara, verða tveir serkønir dómarar. Teir skulu helst vera ein skipsførari og ein maskinmeistari.
Týsdagurin er settur av til sjófrágreiðingina, sum Sjóvinnustýrið hevur biðið um. Danska skaðanevndin hevur eisini verið í Føroyum í sambandi við hendingina, og kemur helst við einari frágreiðing um nakrar mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald