Innanlands

Sjómansmissiónin lívgað sjófólk í eina øld

Frants Jensen, journalistur skrivað bók um Føroysku Sjómansmissiónina, sum hevur 100 ár á baki

2018-09-18 19:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár á baki, og í hesum sambandi hevur Frants Jensen, journalistur, Fuglafjørður, skrivað sera forvitnisliga bók.

Bókin gevur lesaranum eitt søguligt yvirlit, frá byrjan og heilt til okkara dagar. Nomið verður við íðin undangongufólk og virkin tænastufólk gjøgnum tíðirnar, eins og forvitnisligar hend- ingar. Arbeiðið byrjaði í Suðuroy, men breiddi seg um alt landið við sjómansstovum og sjó- mansheimum.

Sjómansmissiónin fylgdi eisini við føroyskum fiskimonnum til Íslands, Grønlands, Bretlands og Danmarkar. Soleiðis er ein høvuðstráður gjøgnum bókina, at arbeiðið støðugt hevur verið lagað til broyttu umstøðurnar hjá serliga fiskimonnum okkara.

Bókin kemur eisini inn á brotið eftir seinna heimsbardaga, tá sjómansmissiónin fór í tvíningar. Í nýggjari tíð hevur ein høvuðstáttur verið at vitja umborð á skip og bátar í Føroyum, umframt mongu sjómanskvinnuringarnir kring landið. Allir hesir tættir verða lýstir í bókini. At enda eru stuttar samrøður við sjómenn í dag, um hvat teir halda um sjómansmissiónina.

“Lívgað sjófólk í eina øld” er 214 blaðsíður, við hópin av forvitnisligum myndum, bæði svart/hvítar og í litum.

Tíðindaskriv frá Kirkjuligu Heimamissiónini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder