Innanlands

Skaðin kostar yvir tíggju milliónir

Norðborg verður væntandi klár at fara til fiskiskap aftur um mánaðarkisftið august-september

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-06 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um mánaðarskiftið august-september verður Norðborg væntandi klár at fara til fiskiskap aftur. Umvælingin fer at kosta yvir tíggju milliónir krónur, veit Kringvarpið.

Fyri trimum vikum síðani fekk Norðborg maskinskaða, og mátti sleipast til lands. Nú hevur reiðaríið funnið ein blokk og krumptapaksil hjá einum upphøggjara í USA.

Lutirnir viga 25 tons, og skulu koyrast úr New York til Halifax, har eitt skip hjá Eimskipi fer eftir teimum.

Sambært Kringvarpinum koma lutirnir til Føroya 23. juli, og síðani ganga tað fýra til fimm vikur at seta teir í.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder