Í greinarøð næstu vikurnar hyggja vit nærri eftir skipunum, sum vóru bygd á Skála skipasmiðju í 60’unum. Her er fyrsta greinin, og um eina viku kemur næsta greinin.
Nótabáturin Boðanes er bygdur í 1963, og var tað felagið P/f Boðanes, sum lat skipið byggja. Tað var Hanus við Høgadalsá, sum var útgerðarmaður.
(Mynd: Mest)
Skipið varð longt og umbygt á donsku skipasmiðjuni í Nykøbing í 1984. Skipið er í dag heimahoyrandi í Kili, og er tað felagið Cia. Pesquera Camandhaca S.A, í Talachuano, sum eigur skipið.
Boðanes var knappar 35 metrar tá ið tað bleiv bygt, og hevði eina maskinorku á 450 hestakreftir.
(Mynd: Shipspotting)
Til samanberingar kunnu vit nevna, at Gitte Henning 1, sum er nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum er knappar 91 metrar langt, og hevur eina maskinorku á 10.326 hestakreftir.
(Upptøka: The Mariner1968 / Youtube 2013)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald