Skipasøga

Skipasøga: Ísborg eitt framkomið skip bygt á Skála

Ísborg var kombinerað nóta, línu og frystiskip, men fiskaði mest uppsjóvarfisk

Mynd: Mest

Mynd: Mest

2020-01-05 17:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í greinarøð næstu vikurnar, hyggja vit nærri eftir skipunum, sum vóru bygd á Skála skipasmiðju í 60’unum. Fleiri greinar eru at finna her.

[object Object]

Í 1964 lat Eiler Jacobsen, sáli, Ísborg byggja á Skála Skipasmiðju.

Eiler Jacobsen, sum hevði ført línuskipið Boðanes, valdi saman við øðrum at byrja fyri seg sjálvan, og lat Ísborg byggja, sum var eitt nótaskip og línuskip, sum kundi frysta umborð.

(Samandráttur úr upptøku hjá: Mest Shipyard / Youtube)

Skipið fiskaði tó mest uppsjóvarfisk, og seinni fekk skipið kølitangar settar í, og fór at fiska sild til matna, og fekk tí munandi hægri prís fyri veiðuna.

Ísborg fekk at byrja við heimstað í Skálavík, men hevur seinni havt heimstað í Tórshavn og Leirvík, áðrenn skipið, varð selt til Namibia.

Felagið hjá Eiler Jacobsen seldi skipið til Havnar í 1983, og var tað felagið P/f av 1. januar, sum keypti skipið. Seinni skifti Ísborg aftur eigara, og Eyðun Hammer við øðrum keypti skipið, sum síðani varð selt av landinum í 1993. 

Tað var felagið Oostering Visserye í Port Elisabeth, sum keypti skipið, har Ísborg hevði heimstað til tað seinni varð lagt og høgt upp.

[object Object]Hjúnini Eiler og Beinta Jacobsen frammanfyri Ísborg í 1964 (Mynd: Gamlar myndir úr Havn / Facebook)

Ísborg var skipið, sum legði lunnar undir stóra virksemi hjá rokskiparanum Eiler Jacobsen, sum hevur átt skip við kendu nøvnunum Sólborg, Krúnborg og Háborg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder