2018-08-31 12:52
So byrjaði makreltíðin aftur, og flestu skipini eru farin at fiska makrel runt um Føroyar.
Í gjár kom Norðborg inn, og í dag skulu teir landa í Ánunum.
Norðborg hevur hevur fiskað í Eysturgrønlandi saman við Christian í Grótinum, men seinni komu teir í føroyskan sjógv at fiska makrel.
Í morgun kom uppsjóvarskipið Hoyvík á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Hoyvík hevur verið á makrelveiðu norðanfyri Føroyar, og teir hava umleið 150 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald