Innanlands

Skrokkurin hjá Christian í Grótinum komin úr høllini

Skrokkurin væntast í Skagen í juli mánaða

Mynd: Karol Sielawa

Mynd: Karol Sielawa

2021-04-02 10:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skrokkurin til stóra uppsjóvarskipið Christian í Grótinum, sum felagið P/F Christian í Grótinum í Klaksvík eigur, er komin úr høllini.

- Tað, sum nú er eftir at gera er at sandblása, metalisera og mála skrokkin, og so er klárt at sleipa hann til Danmarkar, har vit vænta at hann kemur í juli í ár, sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum, og annar av skiparunum umborð á Christian í Grótinum.

Talan er um ein skrokk, sum er knappar 90 metrar langur, og millum 17 og 18 metrar breiður.

Skrokkurin er júst sama slag sum skrokkurin hjá nýggju Ruth, sum Gullak Madsen í Hirtshals letur byggja.

Upplýst verður, at enn heldur tíðarætlanin við arbeiðnum at byggja nýggja Christian í Grótinum, sum skal latast eigarunum í Klaksvík í januar í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder