2020-07-17 14:44
Uppsjóvarskipið Slættaberg, sum P/F Næraberg í Klaksvík hevur átt, er selt til Russlands.
Tað stendur í fráboðan frá Sjóvinnustýrinum í dag.
Nýggi eigarin er felagið “Limited Liability Company “DEFREEZE” í Russlandi.
Skipið, sum er bygt í 1995 hevur staðið á sølulista leingi, og hevur ikki verið í vinnu síðani 2016. Seinastu árini hevur Slættaberg ligið í Týsklandi.
Søluprísur verður ikki upplýstur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald