Innanlands

Spildur nýggi stoltleikin hjá grønlendingum á Fuglafirði

Nýggi rækjutrolarin Regina C, sum júst er liðugt bygd og ávegis til Grønland, stevndi í dag á Fuglafjørð

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-12-21 17:44 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Á middegi kom spildurnýggi grønlandski rækjutrolarin Regina C á Fuglafjørð. Teir skulu bunkra áðrenn leiðin liggur til Havnar, har teir skulu hava trol frá Vónini og lemmar frá Rock umborð.

Regina C. er bygd í Vigo í Spania, er 79,5 metrar long og 17 metrar breið. Motorurin er ein 9600 HK. Wartsila.

Regina C kann frysta umleið 150 tons av rækjum um samdøgrið og lastar á leið 850 tons. Teir koma at royna við tveimum trolum og hava fýra trolbanar. Prísurin er umleið 340 milliónir krónur.

Eigari er Svend Christensen við familju. Tey eiga eisini Svend C. og helvtina í Tuugaalik.

Skiparar vera Svend Christensen, sum eitur tað sama sum pápin og Jóan Pauli Olsen.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina og eigararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder