Fiskiskapurin eftir makreli er um at vera liðugur nú. Tavan í Leirvík, sum keypir og góðskar fleiri ymisk fiskasløg hevur úr at gera við at skera og frysta makrelflag í løtuni til niðurlendskar og norskar keyparar.
- Vit flakaskera og einkultfrysta fløkini, sum vit so pakka í 5 kilo eskjur til útflutnings. Hóast makrelurin er vorðin nakað rakari nú enn hann er um heystið, so eru vit nøgd við framleiðsluna, og hava góðar vónir um at fáa meira burtur úr júst makrelframleiðsluni tá makrelvertíðin verður aftur komandi heyst, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni.
Sambært honum er tað handfaringin av fiskinum, sum hevur størsta týdning fyri at fáa eina vøru, sum kann seljast fyri besta prísin.
Skal handfarast sum var tað egg
- Makrelurin skal handfarast, sum um tað var eitt egg, ið kann brotna. Makrelur tolir ikki harða viðgerð, og tí skulu vit vera varin undir framleiðsluni. Hetta fyri at forða fyri at fløkini taka skaða, og fløkini fara at gapa.
- Eg haldi, at tað hevur gingið væl í ár, og kundarnir eru nøgdir. Vit brúka somu flakaskeringarmaskinuna, sum vit brúka til sild, men hava jørt íløgur í nøkur nýggj bond, sum handfara fiskin varðligari, tá tey skulu førast inn í frystaran.
- Vøran hjá okkum verður brúkt av niðurlendskum og norskum virkjum til at roykja. Vanliga keypa tey rávøruna í frystum blokkum og skulu tiðna fløkini áðrenn tey kunnu leggjast á bandið inn í roykiovnin. Við at fáa vøruna á henda hátt í einkultfrystum flakum, kunnu tey leypa eitt stig í framleiðsluni um, og tað verður nógv lættari hjá teimum, og fløkini hava eisini betri dygd, vísir Joen Magnus Rasmussen á.
Tavan átti eina royndarkvotu av makreli í føroyskum í fjør, men tað gekst ikki so væl at fiska hana, tí makrelurin kom ikki á okkara leiðir. Eftir nýggjár hava tey tilvirkað makrel, fiskaður í ES-sjógvi, og væl hevur borið til.
- Vit fingu bert 20 tons undan jólum. Í ár hava vit virkað 25 tons, og rokna við at virka 25 tons afturat hesa vikuna, og so vænti eg at makrelfiskiskapurin verður av á hesum sinni. So tað eru ikki tær stóru nøgdirnar av makreli, vit hava framleitt hesaferð.
- Men vit vænta, at tað fer at gangast betri komandi vertíð, sigur stjórin á Tavuni.
Joen Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
5.000 tunnur av sild til Svøríkis
Hinvegin hevur tað gingið væl við sildaframleiðsluni í vetur. Tavan niðursjóvar sildafløk og –bitar í tunnur, og í vetur bleiv tað til 5.000 tunnur, sum vórðu seldar til Svøríkis til víðarivirkingar.
- Tað gongur so mikið væl at selja, at vit vóna og vænta at koma upp á 7.000 til 8.000 tunnur komandi vetur, sigur Joen Magnus Rasmussen.
Vanliga skiftir Tavan yvirtil upsaframleiðslu nú í februar og mars mánað, men Joen Magnus roknar ikki við, at tað verður tað stóra av tí, tí Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum virkið keypir frá, ikki hava verið á upsaveiði í ár, og hartil hevur hilnast illa við veðrinum.
Lokka við góðum prísi fyri rogn
Virkið vónar nú, at gongd kann koma á rognaframleiðslu. Tavan niðursjóvar toska- og upsarogn til svenska marknaðin.
Enn hevur virkið bert tikið móti knøppum 300 kilo av rognum, men vónar at skip og bátar eru sinnaðir at taka rognini nú tað sær út til at gerast líkindi til fiskiskap, og avreiða til virkið í Leirvík. Serliga nú fiskiskapurin á Norðhavinum stendur fyri framman.
- Vit lata 10 krónur fyri kilo fyri roskarogn og 8 krónur fyri upsarogn. Tá átti at verið ein lokkandi prísur, heldur Joen Magnus Rasmussen.
Sum sagt, so er Tavan eitt virki, ið tekst við nógva ymsa framleiðslu. Høvuðsframleiðslan er gulllaksur, men tann fiskiskapurin byrjar ikki fyrr enn út í apríl mánaða.
Hevur toskurin etið brislingin?
Hesa tíðina tekur virki eisini móti brislingi, sum er at síggja á føroysku virðunum. Men í ár hevur fiskiskapurin ikki verið so góður, sum hann hevur verið undanfarin ár.
Tað er báturin Katrin, sum kastar nót eftir brislingi millum oyggjarnar og á føroysku firðunum, mest á Skálafirði.
Men í ár hevur verið lítið at fingið. Brislingur er sæddur, men hann savnast ikki, og tá nyttar ikki at kasta.
- Óvist er hví so nógv minni er til av brislingi sammett við undan farin ár, men mett verður, at tað kann skyldast at hesin gylti lítli fiskurin er etin av nógva toskinum, ið hevur ligið inn móti klettunum hesar seinastu mánaðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald