2022-08-01 22:46
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur fiskað umleið 2300 tons av makreli og sild norðanfyri í altjóða sjógvi.
Nógv tann størsti parturin av veiðuni er makrelur, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
Flestu føroysku skipini fiskað sera norðaliga í altjóða sjógvi, har fiskiskapurin er munandi betur enn í føroyskum.
Tróndur í Gøtu fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald