Uttanlands

Tvey uppsjóvarskip landa svartkjaft í Noregi

Gøtunes og Christian í Grótinum eru komin til Noregs har skipini skulu landa umleið 7.000 tons til samans

Gøtunes kom til Karmsund í dag (Mynd: Alrid Benadiksen)

Gøtunes kom til Karmsund í dag (Mynd: Alrid Benadiksen)

2025-04-24 21:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Gøtunes og Christian í Grótinum eru bæði komin til Noregs, har skipini skulu landa svartkjaft.

Gøtunes skal landa 3.500 tons av svartkjafti í Karmsund, og Christian í Grótinum skal landa 3.450 tons av svartkjafti í Måloy.

Bæði skipini hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið skipini hava landað, fara tey aftur til fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

[object Object]Christian í Grótinum landar 3.450 tons í Måloy (Mynd: Ivar Strømmen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder