Innanlands

Tvøramaður loysir tvøramann av

Tann yngri hevur nýliga loyst tann eldra av, tí hann gavst, tá hann kom á 67-landsliðið

Jákup Pauli, Oskar, kokkurin og Aksel (Mynd: Torleif Joensen / Sjómansmissiónin)

Jákup Pauli, Oskar, kokkurin og Aksel (Mynd: Torleif Joensen / Sjómansmissiónin)

2022-12-14 08:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Báðir eru av Tvøroyri, eru navigatørar, rópa seg suðringar og tosa suðuroyarmál. Kortini búgva báðir norðanfjørðs, trívast har, men royna at halda fast við suðuroyarmálið.

Tann yngri hevur nýliga loyst tann eldra av, tí hann gavst, tá hann kom á 67-landsliðið. 

- Eg byrjaði sum avloysari hjá Strandferðsluni í 2009. Í 2015 fekk eg fast starv. Strandferðslan var eitt sera gott arbeiðspláss, og eg keddi meg ongantíð ella longdist í annað arbeiði. Tað sigur Jákup Pauli Jónsson, sum í tvær vikur hevur siglt sum stýrimaður við Hav Sagu. 

- Nú ynskti eg at royna annað sjólív enn at sigla millum oyggjarnar. Hetta er heilt onnur sigling enn stuttu túrarnar við ferjunum. Við ferjunum vóru stuttir túrar, og vit skuldu halda tíðirnar. Her sigla vit í dagavís, og tá er tað ikki altumráðandi, at vit eru til ávísa tíð í havn. Meiri umráðandi er at sigla eftir umstøðunum, sigur hann. 

- Eg sigldi fyrst við fiskiskipum, og so havi eg siglt við farmaskipum síðstu 50-árini. Nú eg kom á landsliðið, helt eg, tíðin var komin til at gevast við at sigla fast. 

Tað sigur Aksel Vestergaard, fyrrverandi stýrimaður á Hav Sagu.

- Tá eg segði upp hjá Navigare, kom eg óivað at orða meg eitt sindur býttisliga. Eg segði, at høvdu teir tørv á einum stýrimanni sum avloysara, so eri eg til enn og kann taka onkra útmynstring, sigur Aksel skálkaliga.

Hann vitjaði umborð, nú skipið var í Føroyum.

Oskar Henriksen, skipari, letur væl at báðum tvørámonnunum.

Hann sigur eisini, at tá teir eru lidnir at lossa sand í Søldarfirði, skulu teir til Fuglafjarðar eftir last til Skotlands. Hann veit ikki enn, hvar teir vera um jólini. 

Jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum eru komnir umborð, og tí kunnu jólini koma nærum óansæð, hvar teir eru staddir, sigur Oskar Henriksen. 

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Meira frá Sjómansmissiónini her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder