Innanlands

Umleið 3000 tons landast á Tvøroyri

Tummas T kom í gjár á Tvøroyri við 1000 tonsum av makreli, og aftaná skal Finnur Fríði landa 1700 tonsav sild

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-03 06:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tummas T kom í gjár á Tvøroyri, har teir skulu landa.

Teir hava fiskað makrel, og hava 1000 tons, sum teir landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Á middegið kemur Finnur Fríði á Tvøroyri, og sleppa teir framat aftaná Tummas T. 

Finnur Fríði hevur 1700 tons av sild.

Bæði skipini fara aftur til fiskiskap tá ið tey hava landað.

[object Object]

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder