Tá skip landa á Toftum, arbeiða sum oftast nakrir eldri harrar á bryggjuni. Tað eru fleiri ár síðan, teir komu á landsliðið, hóast teir ikki fáa “fulla spælitíð”, tí teir heldur vilja arbeiða.
- Vit vilja heldur arbeiða og fáa minni í fólkapensjón, enn at sita og kúra heima við hús.”
Tað siga Gert og Sigmund, sum skjótt fylla 75 ár, og Henning og Andrias, sum skjótt fylla 74 ár.
- Vit gleða okkum yvir, at tað er tørvur á okkum, og at vit kunna arbeiða, siga teir.
Allir hava verið sjómenn og trívast í tí maritima umhvørvinum. Gert leggur skálkaliga afturat, at teir viðhvørt vera róptir “Ung í arbeiði”.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald