Innanlands

Uppsjóvarskipini leita í íslendskum sjógvi

Nøkur av føroysku uppsjóvarskipunum eru á sildaveiðu í íslendskum sjógvi

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-10-17 13:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nøkur av føroysku uppsjóvarskipunum eru nú farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.

Talan er um uppsjóvarskipini Fagraberg, Jupiter og í morgun loysti Gøtunes av Runavík við kós móti sildafeltinum.

Vit frættu frá skipunum í gjár, og tá høvdu tey ikki rakt við sild enn, men væntaðu at tað fór at henda fyrsta dagin.

Sum skilst er nógv sild í íslendskum sjógvi.

Makrelvertíðin er júst liðug, og fiskiskapurin kundi verið betur. Tað endaði við, at skipini kundu fiska ein part í norskum sjógvi, men her var talan um eina kvotu á 10.000 tons, sum var stívliga 800 tons í part til hvørt skipi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder