Uppsjóvarskipini Høgaberg, Finnur Fríði, Fagraberg, Arctic Voyager og Christian í Grótinum, hava øll verið á sildaveiðu seinastu dagarnar.
Av hesum fimm skipunum, landa ikki færri enn fýra skip sild til uppsjóvarvirkið Pelagis í Fuglafirði.
Fyrst var Høgaberg inni í vikuni við 450 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.
Tá ið teir høvdu landað, slapp Finnur Fríði framat við sínari sildalast.
Høgaberg - Savnsmynd: Sverri Egholm
Finnur Fríði hevði 1200 tons av góðari sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi. Teir vórðu lidnir at landa í morgun, og eru nú farnir á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.
Tá ið Finnur Fríði hevði landað, slapp Fagraberg framat, og hava teir 750 tons av sild, sum teir somuleiðis skulu landa til Pelagos.
Fagraberg hevur hendan túrin fiskað í íslendskum sjógvi, og fara teir ivaleyst eisini í føroyskan sjógv tá ið liðugt er at landa.
Aftaná Fagraberg hevur Arctic Voyager eina minni sildalast, sum teir skulu landa til Pelagos.
Teir hava fiskað sild í íslendskum sjógvi.
Fagraberg - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
Arctic Voyager hevur umleið 1100 tons av sild við til lands, og skulu teir landa til Pelagos og Vestmanna Seafood í Vestmanna.
Arctic Voyager - Savnsmynd: Sverri Egholm
Christian í Grótinum kom í nátt inn av sildafeltinum, men landa teir meginpartin av veiðuni í Ánunum.
Teir hava umleið 550 tons av sildafløkum, og 130 tons av heilfrystari sild.
Teir komu tó fyrst á Fuglafjørð, har teir landaðu slógv til Havsbrún.
Christian í Grótinum - Savnsmynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald